Ógreiða um landsjørð og myllur

Ógreiða um landsjørð og myllur
Kannast skal, um til ber at tryggja øllum atgongd til jørðina, tá vindmyllur skulu setast upp
Gellingarklettur í Hoyvíkshaganum.
 
19.06.2019 - 11:53

Tað skal kannast, um til ber at tryggja øllum atgongd til jørðina, tá vindmyllur skulu setast upp. Heilsu- og Innlendismálaráðið og Fiskimálaráðið, ið umsitur landsjørðina, skulu standa fyri kanningini. 
Lógin er helst ikki nóg greið hesum viðvíkjandi, og skal tí kanska endurskoðast.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi um Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, har sum smápartafelagið Vindrøkt og festarin hava gjørt avtalu um jørð at seta vindmyllur á.

Hetta útilokar onnur frá at søkja um loyvi at seta upp myllur har, hóast lógin sigur, at onnur eisini kunnu søkja um sama loyvi, sigur tingmaðurin.

Umhvørvisstovan hevur tó boðið út loyvið. Freistin at søkja er útsett til 1.august. 

Sirið Stenberg sigur, at tá talan er um sama loyvi í lógini, skal hetta tulkast soleiðis, at sama elmongd kann gerast aðrastaðni. 

Nøgdin ikki staðurin

Nøgdin er avgerandi. Ikki staðurin, har hon verður gjørd, sigur Landsstýriskvinnan.

Um bara ein umsókn kemur, tá loyvi verður lýst leyst, kann hendan umsóknin fáa loyvið.

Sirið Stenberg heldur ikki, at verulig kapping er útihýst á Gellingarkletti.

Spyr um sersømdir

Bill Justinussen spurdi Høgna Hoydal, landsstýrismann í búnaðarmálum, um sama mál, men tað svarið er ikki komið á heimasíðuna hjá løgtinginum. 

Bill Justinussen spyr millum annað, um bara Sigert Patursson, bóndi á Vatnaskørðum, fær slíkar sersømdir at brúka almenna jørð til vindmyllubygging.

Sigert Patursson hevur gjørt avtalu við sp/f Vindrøkt um samstarv um vindorku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715