Skjýtur uppskot um kunngerð niður

Skjýtur uppskot um kunngerð niður
Uppskotið um kunngerð um at flyta vandamiklan farm á landi fær av at vita frá Føroya arbeiðsgevarafelagi
Tangabilar taka meiri olju enn uppskotið um kunngerðina um at flyta vandamiklan farm loyvir
 
20.06.2019 - 12:34

Yvirskipað heldur Arbeiðsgevarafelagið tó, at tað er skilagott við slíkari kunngerð. Men felagið hevur nógvar viðmerkingar um uppskotið hjá Samferðslumálaráðnum.

Felagið sigur millum annað, at óneyðugt er at endurnýggja góðkenningina hjá tangabilum 24. hvønn mánað.

Tangabilar til oljuflutning verða gjørdir eftir evropeiskum reglum og Beredskabsstyrelsen í Danmark góðkennir teir, áðrenn teir koma til Føroya. Tá teir eru komnir til Føroya, góðkennir Arbeiðs- og brunaeftirlitið teir eisini. 

Samanumtikið heldur Arbeiðsgevarafelagið, at uppskotið um kunngerð krevur ov nógva umsiting hjá vinnuni. Tað undrar felagið, at ikki mugu flytast størri nøgdir enn 14.000 litrar hvørja ferð.

Nógv meira uttanlands

Í londunum kring okkum kunnu flytast upp í 50.000 litrar. Arbeiðsgevarafelagið mælir frá at hava øðrvísi reglur í Føroyum. Ein orsøk er, at vandamikil evni verða flutt til Føroya í tangum, sum taka næstan tað dupulta av 14.000 litrum.

Harafturat hava oljufeløgini bilar, sum eru bygdir og góðkendir at taka 24.000 litrar hvørja ferð, umframt at teir hála ein vogn, sum tekur 20.000 litrar. Tað geva 44.000 litrar hvørja ferð.

Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at markið fyri spreingievni er ov lágt sett. Tað er 250 kilo í uppskotinum. Tað eigur at vera 750 kilo, heldur felagið. Arbeiðsgevarafelagið hevur nógvar aðrar viðmerkingar um uppskotið um kunngerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659