Boðið dult tí heimild er enn at einskilja Posta

Boðið dult tí heimild er enn at einskilja Posta
Hóast avgjørt varð ikki at selja Posta í hesum umfarinum, hann hugsast, at ein sølutilgongd verður tikin upp aftur 
Posta verður kanska selt seinni.
 
11.07.2019 - 07:53

Hóast avgjørt varð ikki at selja Posta í hesum umfarinum, hann hugsast, at ein sølutilgongd verður tikin upp aftur. 

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur framvegis loyvi frá løgtinginum at einskilja Posta.

Tí kann tað skaða samráðingarstøðu landsins, um innlit verður latið í boðið, sum kom, og boðsupphæddina.

Hetta eru boðini, Útvarpið hevur fingið úr Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, tá biðið varð um innlit í tilboðið.

Tað kostaði landinum næstan hálva millión krónur at royna at sleppa av við Posta.

Tað kundi Útvarpið upplýsa í gjár. 

Rokningar

Sókn Advokatar hava skrivað rokning fyri næstan 260.000 krónur fyri søluráðgeving, tilfar og samráðing.

Hammer Consulting vil hava góðar 140.000 krónur fyri virðismeting, ráðgeving og samráðing.

Og Nudlavirkið hevur skrivað rokning fyri góðar 47.000 krónur fyri lýsingar og annað.

Tilsamans sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, at privatiseringarætlanin hevur kostað næstan 447.000 krónur.

Posta varð tó ikki selt, tí bara eittans boð kom, og tað var ov lágt.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, sigur, at nú privati marknaðurin ikki vísti áhuga fyri Posta, heldur tað almenna fram við at reka Posta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938