Sonur Bin Laden dripin í loftálopi

Sonur Bin Laden dripin í loftálopi
Hamza Bin Laden, ið hevur verið eitt av fremstu fólkunum í Al Qaeda, er deyður, siga amerikanskir miðlar
Mynd: AP  
 
01.08.2019 - 11:15

Hamza Bin Laden, sonur Osama Bin Laden, hevur latið lív í einum loftálopi. Tað siga amerikanskir miðlar við keldum hjá amerikansku fregnartænastuni.

Hamza Bin Laden verður hildin at hava verið eitt av fremstu fólkunum í yvirgangsfelagsskapinum Al Qaeda, eftir at pápi hansara varð dripin av amerikanskum herliði í Pakistan.

Tað er ógreitt, hvør framdi álopið.  Amerikanska fregnartænastan hevur í fleiri ár bjóðað fólki pening, sum vistu nakað um Hamza Bin Laden.

Ógreitt nær hann doyði

Sambært keldum, er tað eisini ógreitt, júst nær Hamza Bin Laden er deyður, tó skal amerikanski herinum hava átt ein leiklut í álopinum. 

Seinastu ferð, nakað hoyrdist alment frá Hamza Bin Laden, var í 2018, tá Hamza Bin Laden heitti á allar arabar um at gera uppreistur.

Hamza Bin Laden var saudiarabiskur ríkisborgari til í mars í ár, tá ið stjórnin í Saudiarabia tók ríkisborgararættin frá honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342