Kjarnorkuvanlukka í Russlandi

Kjarnorkuvanlukka í Russlandi
Ein kjarnorkuvanlukka í Norðurrusslandi hevur eftir øllum at døma elvt til geislavirknað dálking í tveimum býum við Hvítahavið
Hernaðarstøðin tætt við Nenoksa í Russlandi, har kjarnorkuspreingingin hendi
Mynd: Agence France-Presse - Getty Images  
 
11.08.2019 - 10:03

Tað er alt sum bendir á, at ein kjarnorkuvanlukka á einum hernaðarligum royndarøki í Norðurrusslandi kann hava elvt til geislavirknað dálking í tveimum býum við Hvítahavið, sum liggur við Kolahálvoynna.

Í teimum báðum býunum, Severodvinsk og Arkhangelsk, hevur verið gravgangur eftir jodi, sum kann minka um ávirkanina av gesilavirknari stráling, sum brádliga tók seg upp í økinum.

Strálingin var tjúgu ferðir hægri enn hægst loyvda virði. Russiska verjumálaráðið viðgongur, at ein vanlukka er hend í umráðnum, tá ein rakett sprongdist, og at eitt umráði í Hvítahavinum er stongt fyri allari skipaferðslu í ein mánað.

Tvey fólk deyð

Myndugleikarnir upplýsa eisini, sambært Moscow Times, at tvey fólk lótu lív og seks fingu løstir av spreingingini.

Hóast hetta siga myndugleikarnir, at eingin dálking stóðst av óhappinum og at eingin geislavirkin dálking er staðfest, men teir koma ikki við nakrari frágreiðing um, hví geislavirkin dálking kundi staðfestast í teimum báðum býunum.

Í umráðnum eru rakettroyndarøki, har millum annað nýggjasta russiska rakettin, Tsirkon, verður roynd og í Severodvinsk er ein skipasmiðja, sum byggir kjarnrokuriknar kavbátar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040