Sí upptøkuna: Neyðlendi í kornveltu

Sí upptøkuna: Neyðlendi í kornveltu
Eitt russiskt ferðafólkaflogfar neyðlendi í eini kornveltu eftir at fuglur kom í motorin
23 fólk fingu skaða, men eingin læt lív, tá hetta flogfarið hjá Ural Airlines neyðlendi í eini kornveltu
Mynd: AP  
 
15.08.2019 - 10:41

Eitt russiskt ferðafólkaflogfar hevur neyðlent á einari kornveltu nærhendis Moskva við 234 fólkum umborð. Flogfarið fekk trupulleikar av fugli, sum kom í motorarnar, og tað verður hildið at vera eitt undur, at eingin doyði.

Russiska heilusmálaráðið sigur sambært Moscov Times, at 23 fólk fingu skaða, men eingin læt lív. Talan var um eitt Airbus 321 flogfar frá Ural Airlines, sum júst var farið á flog úr Moskva. 

Filmsbrot, sum ferðafólk hava tikið, vísa fólk, sum fara úr flogfarinum og ganga gjøgnum kornakurin.

Video: Russiskt flogfar neyðlendir í kornveltu

Eitt ferðafólk greiddi frá, at flogfarið fór at skelva fimm sekund eftir, at tað var farið uppfrá, ljósini blinkaðu og tað luktaði brent. 

– Flogfarið lendi, og vit runnu øll út, sigur Fyodor Galin, sum var ferðafólk við flogfarinum.

Neyðlendingin verður samanborin við neyðlendingina hjá U.S. Airways Flight 1549, sum lendi á Hudson ánni í 2009, eftir at ein gásaflokkur kom í motorarnar.

Flogskiparin á russiska flogfarinum Damir Yusopov verður sagdur at vera ein hetja. Hann hevur bjargað 233 mannalívum við at lenda flogfarið á einari kornveltu, uttan at hjólini vóru niðri, samstundis um ein motorur var í ólagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595