68 handtikin til G7 møti

68 handtikin til G7 møti
Franska løgreglan hevur handtikið minst 68 mótmælisfólk og aktivistar í sambandi við G7-toppfundin, sum er í býnum Biarritz í Fraklandi
G7 londini hittast í franska feriubýnum Biarritz
 
26.08.2019 - 08:51

Fólkini eru handtikin fyri at hava lopið á løgregluna við kastivápnum, fyri at fjala andlitið og fyri at bera lutir, ið kunnu brúkast sum vápn.

Mótmælisfólkini - sum m.a. siga seg vera veðurlagsaktivistar - hava kastað saman við gulu vestunum, sum mótmæla franska forsetan Emmanuel Macron.

Yvir 9000 mótmælisfólk eru savnað nærhendis Biarritz - nógv tey flestu í grannabýnum Bayonne. Í gjár brúkti løgreglan vatnkanónir fyri spjaða ein størri bólk.

Tað er vanligt, at stórar mannamongdir mótmæla, tá ið G7 toppfundurin er.

 

Framkomnu londini

G7 er bólkurin av londum, sum hava framkomnastu búskapirnar í heiminum. Londini eru USA, Týskland, Frakland, Stórbretland, Italia, Japan og Kanada. Harafturat er ES umboðað. 

Russland var við, og tá kallaðist felagsskapurin G8, men eftir at Russland legði Krim-hálvoynna undir seg í 2014, avgjørdu hini londini at útiloka Russland.

Júst tað er eitt av evnunum, tí Donald Trump, forseti í USA, hevur viðmælt, at Putin og Russland sleppa innaftur í hitan, men higartil er hann møttur við kulda frá hinum londunum.

Fleiri onnur mál eru á skránni. Leiðararnir skulu viðgera Brexit, handilskríggið milllum USA og Kina og miseydnaðu atomavtaluna við Iran.

Harafturat er kjak um búskap, uttanríkispolitikk, umhvørvisvernd og heimsins ójavni á skránni. Haraftrat vitja umboð fyri afrikonsk lond, sum koma at tosa við menning og líkarætt í Afrika.

Eingin væntar, at stórvegis kemur burturúr hesa ferð. Eingin roknar við, at nøkur avtala ella nøkur yvirlýsing kemur burtur úr G7-toppfundinum, tí londini eru ov ósamd um stóru spurningarnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595