Steðga aling á sjónum

Steðga aling á sjónum
Danska stjórnin fer at steðga aling á sjónum. Samstundis sleppa verðandi alibrúk á sjónum ikki at víðka sítt virksemi
Danmark hevur nátt markinum fyri, hvussu nógvur fiskur kann alast í sjónum uttan at tað ávirkar umhvørvið, sigur ráðharrin í umhvørvismálum
Mynd: Wikimedia Commons  
 
27.08.2019 - 14:28

– Danmark hevur nátt markinum fyri, hvussu nógvur fiskur kann alast í sjónum uttan at tað ávirkar umhvørvið.

Tað sigur Lea Wermelin, umhvørvismálaráðharri í Danmark. Í Danmark eru í løtuni 19 havalibrúk, sum eru búr á havinum, har fiskur verður aldur.

Hava ikki lógarkravdu loyvini

–  Eg stúri fyri standinum hjá okkara vatnumhvørvi. Tað fevnir bæði um opin havøki og opin strandaøki, og tí dugi eg ikki at síggja, at pláss er fyri fleiri ella størri havalibrúkum, sigur Lea Wermelin.

Havalibrúk láta út køvievni og fosfor. Umframt umhvørvistrupulleikarnar kom í juli mánaði undan kavi, at seks av teimum 19 havalibrúkunum í Danmark ikki hava lógarkravdu loyvini til aling á sjónum.

–  Trupulleikin er, at føðsluevni enda í okkara havumhvørvi, og vit kunnu síggja, at útlátið av køvievnum ikki minkar, soleiðis sum væntað, og at vit hava trupulleikar av at súrevnið minkar. Tí skulu vit ansa betur eftir okkara havumhvørvi, sigur hon við Ritzau.

19 alibrúk flytast upp á land

Samstundis hava 13 havalibrúk ikki øll loyvini. Lea Wermelin, umhvørvismálaráðharri, bíðar eftir nágreiniligari kanning av økinum, sum verður liðug í heyst. 

Hon vil tí ikki siga, hvat fer at henda við teimum 19 verðandi havalibrúkunum. Hon leggur tó dent á, at stjórnin í høvuðsheitinum er fyri at ala fisk í alibrúkum á landi. Danska náttúrufriðingarfelagið tekur væl ímóti avgerðini.

–  Vit eiga at flyta tey 19 havalibrúkini upp á land, har tøknin er nógv betri, og har kanst tú reinsa vatnið og ala fisk á ábyrgdarfullan hátt, sigur Maria Reumert Reumert Gjerding, forseti í Dansk Naturfredingsforening.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040