Bretska tjóðartingið sendast til hús

Bretska tjóðartingið sendast til hús
Boris Johnson fer helst at heita á drotningina um, at senda tingið til hús og enda tingsetuna
 
28.08.2019 - 10:43

Alt bendir á, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer at heita á Elisabeth drotning um, at senda bretska tjóðartingið til hús, og enda verandi tingsetu.

Nýggja tingsetan skal byrja góðar tvær vikur áðrenn Bretland fer úr ES, sum verður 31. oktober. Fleiri bretskir miðlar siga, at hetta er ein roynd at steðga tjóðartinginum í, at broyta ella forða fyri brexit-tilgongdini. 

Tjóðartingið fær ringa tíð til, at viðgera nakra lóg við at byrja nýggja tingsetu so stutt undan brexit-degnum, sum kann taka ætlaninar hjá forsætisráðharranum av ræði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040