Vilja hava umbering áðrenn hjálp

Vilja hava umbering áðrenn hjálp
Forsetin í Brasil krevur, at forsetin í Fraklandi kemur við eini persónligari umbering fyri tað, hann hevur sagt
Forsetin í Brasil, Jair Bolsonaro, sigur seg nú vilja taka ímóti peningi frá G7-londunum til at basa nógvu skógareldunum í Amasonaz
Mynd: AP  
 
28.08.2019 - 15:42

Forsetin í Brasil, Jair Bolsonaro, sigur seg nú vilja taka ímóti peningi frá G7-londunum til at basa nógvu skógareldunum í Amasonaz. Talan er um umleið 150 milliónir krónur.

Men hann setir sum treyt, at Brasil sjálvt ger av, hvussu pengarnir skulu nýtast, og so skal franski forsetin, Emanuel Macron, koma við eini persónligari umbering fyri tað, sum hann hevur sagt.

Í gjár segði Bolsonaro, at Brasil ikki tók ímóti pengunum, tí eingi lond skuldu leggja seg útí viðurskiftini í Brasil, men fleiri guvernørar hava fiongið forsetan at broyta støðu, so hann nú vil taka ímóti pengunum, undir ávísum treytum.

Macron hevur ikki svarað

Franski forsetin hevur skuldsett brasilska forsetan fyri at lúgva, og fyri et oyðileggja allan framburð. Enn hevur Macron ikki svarað.

Fleiri av guvernørunum halda, at forsetin nýtir ov nógva tíð uppá franska forsetan, heldur enn at taka sær av viðurskiftunum í Brasil.

Seinastu tíðina hava óvanliga nógvir eldar við í Amasonaz-skóginum, men nú viul Europanevndin vera við, at talið minkar, og at eldarnir eru á leið tað teir plaga at vera hesa árstíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040