Tvær nýggjar royndarútskjótingar

Tvær nýggjar royndarútskjótingar
Norðurkorea hevur skotið út tvær nýggjar rakettir móti Japanska havinum, upplýsir almenna suðurkoreiska tíðindastovan
Fólk hyggja at í sjónvarpi á eini jarnbreytarstøð í Suðurkorea, tá Norðurkorea skjýtur út tvær rakettir móti Japanska havinum
Mynd: AP  
 
10.09.2019 - 10:29

Hetta hendir beint eftir at Norðurkorea í gjár segði, at landið er sinnað at fara í samráð við USA um kjarnorkuvápn síðst í hesum mánaðinum. Men treytin er, at amerikanarar skulu koma á fundin við lagaligum treytum.

Men fundurin kann koma tvørt fyri, tí síðst í hesum mánaðinum er aðalfundur í ST í New York. Amerikanski forsetin, Donald Trump, var tó opin fyri innbjóðingini, tá hann hitti journalistar í gjár.

– Leiðarin, Kim, og eg eru sera væl. Eg sigi, at tað er í lagi, at halda fund. Nú fáa vit at síggja, hvat hendir, svaraði Trump um samráð á lægri stigi í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040