Alsamt fleiri útlendingar keypa jørð í Íslandi

Alsamt fleiri útlendingar keypa jørð í Íslandi
Flutnings- og kommunumálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, arbeiðir nú við lógaruppskoti, sum kann forða útlendingum í, at keypa jørð
 
11.09.2019 - 16:01

Tað skrivar føroyska sendistovan í Íslandi. Ráðharrin vísir á, at Ísland eigur at kanna, hvussu Noreg og Danmark hava lóggivið um hetta.

Uppskot hava verið frammi um, at jarðareigarar skulu hava skyldu til, at hava fastan bústað á ognini. Hetta kemur millum annað fram í frágreiðing frá august í fjør. Sigurður Ingi heldur, at íslendska stjórnin eigur, at fara so langt, sum til ber.

Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri, er sannførd um, at breiður politiskur vilji er fyri, at fáa strangari reglur á hesum øki, eins og í fleiri av grannalondunum. Slakur triðingur av allari jørð í Íslandi er ogn hjá fyritøkum.

Upplýsingar um tjóðskapin, hjá eigarunum av hesum fyritøkum, eru ikki tøkir. Tí ber ikki til at siga, hvussu stórur partur av íslendsku jørðini er ogn hjá útlendingum, skrivar føroyska sendistovan í Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392