Ódnin Dorian: 1.300 fólk framvegis saknað

Ódnin Dorian: 1.300 fólk framvegis saknað
1.300 fólk eru ikki komin aftur í aftur eftir at ódnin Dorian herjaði yvir oyggjunum. Tað siga embætisfólk í Bahamaoyggjum
2.500 fólk í Bahamaoyggjunum vóru fyrr í vikuni ikki komin aftur í aftur eftir ódnina Dorian. Myndugleikarnir hava nú lækkað talið til 1.300 fólk
Mynd: AP  
 
13.09.2019 - 09:27

Tá Dorian rakti Bahamaoyggjar fyrr í hesum mánaðinum, var hon á fimta og hægsta stigi fyri ódnir. Embætisfólkini siga, at talið kann fevna um fólk, sum eru flýdd til neyðhjálparstøðir ymsa staðni í oyggjunum.

– Listin er enn ikki kannaður og samanborin við yvirlitið hjá myndugleikunum yvir fólk, sum eru á neyðhjálparmiðstøðum, ella sum kunnu verða flutt burtur av Bahama, sigur Carl Smith frá altjóða krepputilbúgvingini í Bahamaoyggjum.

Myndugleikarnir royna framvegis at fáa yvirlit yvir støðuna. Myndugleikarnir hava váttað, at alment eru 50 fólk deyð í ódnarveðrinum, Men røddir hava allatíðina verið frammi um, at talið helst er nógv størri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040