Leggja trýst á Boris Johnson

Leggja trýst á Boris Johnson
Leiðararnir í ES krevja nú at fáa eitt uppskot frá bretsku stjórnini um marknaviðurskiftini millum Norðurírland og Írland, tá Bretland fer úr ES
 
19.09.2019 - 08:01

Bretska dagblaðið The Independent skrivar, at evropeisku leiðararnir hava givið Boris Johnson, forsætisráðharra, 12 dagar at koma við einum uppskoti um eina Brexit-avtalu.

Ger hann ikki tað, noyðist Bretland at fara burtur úr ES við ongari avtalu.

Evstamarkið varð sett á einum fundi í París í gjár millum franska forsetan, Emmanuel Macron, og finska forsætisráðharran, Antti Rinne, sum í løtuni stendur á odda fyri ES.

Stúra fyri gongdini

– Vit stúra fyri gongdini í Bretlandi í løtuni, tí har valdar ruðuleiki, sigur finski forsætisráðharrin, Antti Rinne.

Toppfundur verður í ES um ein mánað, og tá verður Brexit aftur ovast á breddanum.

– Koma bretar ikki við uppskotum, eri eg vísur í, at fleiri evropeiskir leiðarar fara at taka undir við Macron. So er liðugt, segði Antti Rinne.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595