Málið roynast í hægstarætti

Málið roynast í hægstarætti
Hægstirættur í Bretlandi viðger í løtuni spurningin, um Boris Johnson, forsætisráðharri, hevði heimild at senda parlamentið til hús
 
19.09.2019 - 11:57

Hægstirættur viðger tvey kærumál um avgerðina at senda parlamentið til hús, og í løtuni eru hoyringar. Viðgerðin endar kanska í dag. 

At parlamentið er farið til hús, ber í sær, at politikararnir koma ikki samanaftur fyrr enn 14. oktober, ella umleið 14 dagar fyri, at Bretland skal fara úr ES 31. oktober.

 >> SÍ EISINI Kann fáa stórar avleiðingar fyri Boris Johnson

Eygleiðarar vísa á, at hetta málið snýr seg ikki bara um eina ósemju um eina politiska avgerð. Hægstirættur kann gera av, at parlamentið skal fara aftur til arbeiðis beinan vegin.

Boris Johnson kann koma í eina álvarsama støðu, kemur hægstirættur til ta niðurstøðu, at hann segði ósatt fyri drotningini, tá hann bað hana um heimild at senda parlamentið til hús. 

Líkt er til, at hægstirættur raðfestir hetta málið, tí fleiri dómarar enn vanligt eru við í viðgerðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392