Føroyingar merkja eisini húsagangin

Føroyingar merkja eisini húsagangin
Nakrir føroyingar koma at merkja húsagangin hjá bretsku ferðaskrivstovuni, Thomas Cook
600.000 ferðafólk eru strandað ymsastaðni kring heimin, nú bretska ferðaskrivstovan, Thomas Cook, er farin á húsagang
 
23.09.2019 - 13:58

Tað kann raka nakrar føroyingar, at bretska ferðaskrivstovan, Thomas Cook, er farin á húsagang - tí Thomas Cook eigur donsku ferðaskrivstovuna Spies Rejser, sum 62 Norður samstarvar við.

Nakrir føroyingar eru millum tey, sum hava keypt ferð frá Spies Rejser, og tey kunnu rokna við, at ferðin verður avlýst. Men Rejsegarantifonden tryggjar, at tey fáa peningin aftur.

– Tað sama er ikki galdandi fyri flogferðina millum Føroyar og Danmark, men um rætt verður borið at, eru teir pengarnir heldur ikki mistir, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62 Norður.

600.000 ferðafólk strandað

Bretskir miðlar skriva, at 600.000 ferðafólk eru strandað ymsastaðni kring heimin, og bretska stjórnin hevur sett sær fyri, at fáa teir 150.000 bretarnar aftur til hús.

Talan er um størsta flutningsátakið síðani seinna heimsbardaga, og fer at kosta bretska samfelagnum 600 milliónir pund, svarandi til umleið 5,1 milliard krónur.

– Talan er ikki um nógvar føroyingar, ið merkja støðuna, sigur Bergur Thomsen, stjóri í ferðaskrivstovuni, 62 Norður, í samrøðu við útvarpið.

 >> SÍ EISINI Bretskur ferðavinnurisi á heysin

Ferðaskrivstovan 62 Norð fer at tosa við tey, sum eru komin í knípu av, at Thomas Cook er farið á húsagang, sigur Bergur Thomsen.

– Fólk, sum eru rakt av støðuni, kunnu tosa við 62 Norð, fyri at fáa greiðu á sínum viðurskiftum, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62 Norður.

Fyri løtu síðani ljóðaði, at Spies Rejser kanska ikki er farið á húsagang, hóast móðurfelagið, Thomas Cook, er givið við sínum virksemi. Men tað er ikki greitt enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040