Biðja Boris leggja frá sær

Biðja Boris leggja frá sær
Í Bretlandi heita andstøðuflokkarnir á Boris Johnson, forsætisráðhara, um at fara frá aftaná dómin í hægstarætti fyrrapartin
11 dómarar eru á einum máli um, at tað var ólógligt av Boris Johnson at biðja Drotningina senda parlamentið til hús í fimm vikur
 
24.09.2019 - 15:40

Teir 11 dómararnir vóru á einum máli um, at tað var ólógligt av forsætisráðharranum at biðja Drotningina senda parlamentið til hús í fimm vikur og á tann hátt forða parlamentslimunum at røkja sínar skyldur upp undir avgerandi dagin, 31. oktober, tá avtalan um at leingja ES limaskapin fer úr gildi.

Undirhúslimir í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og nakrir úr Labour siga, at leggur Boris Johnson ikki frá sær sjálvur, kann hann fáa eitt misálit ímóti sær í undirhúsinum.

 >> SÍ EISINI Hevði ikki neyðugu heimildina

Boris Johnson hevur áður sagt, at Bretland fer úr ES 31. oktober, líka mikið um landið hevur fingið nakra avtalu við evropeiska samveldið ella ikki.

Tað hevur Parlamentið roynt at steðga við lóggávu, sum áleggur forsætisráðharranum at leingja limaskapin, meðan samráðst verður um eina avtalu.

Fólkaatkvøða um møguliga avtalu

Við øðrum orðum er meiriluti ikki millum parlamentslimirnar um at Bretland skal fara úr ES uttan at ein avtala er gjørd fyrst, sum parlamentið hevur samtykt.

Spurningurin er eisini, um ein slík avtala ikki fer til fólkaatkvøðu, áðrenn hon er bindandi, men tað avger Parlamentið.

Boris Johnson og stjórn hansara hava ikki meiriluta í Undirhúsinum. Tí er væntandi, at ein møgulig avtala við ES fer til fólkaatkvøðu, áðrenn hon verður endaliga góðkend.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040