Forsetaval í Afghanistan í dag

Forsetaval í Afghanistan í dag
Hóast Talibanrørslan hevur hótt við fleiri atsóknum, so verður valið hildið í Afghanistan
Valevnini bæði
 
28.09.2019 - 10:07

Í tí sambandi eru fleiri enn 70.000 trygdarfólk til arbeiðis kring landið, tí Talibanar hava sagt seg vilja leypa á valstøð.

Stutt eftir at valstøð lótu upp, var ein spreinging í býnum Kandahar - 16 fólk fingu skaða.

Høvuðsvalevnini eru sitandi forsetin Ashraf Ghani og forsætisráðharrin Abdullah Abdullah. Tey hava siti saman í eini sameiningar stjórn síðan 2014.

Bara fjórði hvør hevur valrætt

Taliban hevur verið krígsherjað í fleiri ár. Í nógv ár var landið eisini stýrt av Taliban rørsluni, til 2001, tá teir vórðu koyrdir frá.

Tað er eisini kríggið ella royndirnar at fáa frið í lag, sum fylla mest hjá veljarum í Afghanistan, tá tey velja forseta, skrivar BBC. Tey velja tann, ið tey meta mest sannlíkt kann fáa frið í lag.

18 mans stilla upp til forsetavalið. Tað búgva 37 milliónir fólk í Afghanistan, men einans 10 milliónir eru skrásettir veljarar.

Valluttøkan væntandi lág

Vallutøkan verður væntandi lág. Bæði tí boðað hevur verið frá álopum á valstøð og tí at høvuðsvalevnini eru tey somu sum í 2014, teir áðurnevndu Ashraf Ghani og Abdullah Abdullah.

Teir hava sitið við valdið seinastu árini og støðan í landinum er ikki blivin frægari undir teirra leiðslu.

Báðir eru undir illgruna fyri at taka móti mutri, arbeiðsloysið í landinum er 25% og sambært ST, liva 55 prosent av afghanum undir fátækramarkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190