Mælir frá skattalætta

Mælir frá skattalætta
Arbeiðsgevarafelagið mælir frá at leggja uppskotið um skattalætta og strika meirvírðisgjald hjá teimum, sum fáast við heimavirki, fyri tingið
Kappingin millum heimavirkisvirksemi  sum ítriv og vinnuligar fyritøkur verður ov ójøvn, um tey, sum virka heima, sleppa undan meirvirðisgjaldi og fáa skattalætta, heldur Føroya arbeiðsgevarafelag
 
23.10.2019 - 15:18

Føroya arbeiðsgevarafelag mælir landsstýrinum frá at leggja uppskotið um skattalætta og strika meirvírðisgjald hjá teimum, sum fáast við heimavirki, fyri løgtingið.

Felagið sigur, at kappingin millum heimavirkisvirksemi sum ítriv og vinnuligar fyritøkur verður ov ójøvn, um tey, sum virka heima, sleppa undan meirvirðisgjaldi og fáa skattalætta.

 >> SÍ EISINI Heimavirkisvirkisfelagið fegnast um uppskotið

Føroya arbeiðsgevarafelag mælir til, at skattur og avgjøld eru tey somu hjá báðum pørtum. Fólkaflokkurin hevur nakrar ferðir roynt seg við hesum uppskoti.

Men tað hevur ikki vunnið frama í løgtinginum. Nú flokkurin er í landsstýrinum, og hevur landsstýrismannin í fíggjarmálum, roynir hann aftur.

Sakna eina allýsing

Vinnugreinin, sum eitur sniðgeving og virking av vørum, mótmælir uppskotinum, tí tað er kappingaravlagandi, sigur vinnan.

Føroya arbeiðsgevarafelag saknar eisini eina neyva allýsing, sum sigur, hvat heimavirkisvirksemi er. Hendan allýsing er hvørki í lógartekstinum ella í viðmerkingunum um lógaruppskotið.

Sama er galdandi fyri rithøvunda- og tónaskaldavirksemi og um annað listaligt virksemi, sum sleppa undan meirvirðisgjaldi, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053