Eingin RNP-skipan í Nuuk

Eingin RNP-skipan í Nuuk
RNP-innflúgvingarskipanin á flogvøllinum í Vágum kann ikki brúkast í nýggju floghavnini, sum verður bygd í Nuuk í Grønlandi
RNP-innflúgvingarskipanin kann ikki brúkast í nýggju floghavnini, sum verður gjørd í Nuuk
 
30.10.2019 - 16:42

– Skipanin kann rætt og slætt ikki brúkast í Nuuk, sigur varaverkætlanarstjórin í Kalaallit Airports, Aviaaja Karlshøj Knudsen, við Sermitsiaq.

Kalaallit Airports stendur fyri byggingini av nýggjum floghavnunum í Grønlandi.

– Tað hevur verið umrøtt at seta RNP-skipan upp, tí í Nuuk er eisini mjørki. Men vansin er, at í Nuuk røkkur fylgisveinsambandið ikki nóg væl, og tað er ein treyt, fyri at RNP-signalið kann verða so neyvt sum gjørligt, sigur Aviaaja Karlshøj Knudsen.

Lata væl at skipanini í Vágum

Í staðin verður ein onnur innflúgvingarskipan, sum byggir á vanligu instrumentlendingina, sett upp, sigur Aviaaja Karlshøj Knudsen sambært Sermitsiaq.

Johan Laurberg Lund Kofoed, Network Manager í SAS, letur væl at RNP-skipanini í Vágum. Hann sigur við Sermitsiaq, at í summar vóru 11 dagar, at RNP-skipanin hevur avgerandi týdning fyri, at flogfarið hjá SAS kundi seta seg.

Eitt nú var nógvur mjørki frá 11. til 14. juli, men RNP-skipanin gjørdi, at flogfarið kundi seta seg allar dagarnar, sigur Johan Laurberg Lund Kofoed.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595