Mette Frederiksen kemur á vitjan

Mette Frederiksen kemur á vitjan
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, vitjar í Føroyum í næstu viku
Mette Frederiksen kemur til Føroya mikukvøldið, og fer úr Føroyum aftur fríggjadagin
 
01.11.2019 - 12:14

Hon kemur til Føroya mikukvøldið, og hósdagin verður fundur í Vestmanna, har løgmaður og Mette Frederiksen fara at viðgera samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

Eftir fundin verður vitjað á Miðnámi í Vestmanna, Vindrøkt og á SEV. Seinnapartin hósdagin verður farið til Havnar, har Mette Frederiksen fer at vitja løgtingið og skipasmiðjuna MEST.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini, sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at styrkja og menna ríkisfelagsskapin. 

Vitjar í tveir dagar

– Vónandi kann fundurin verða byrjanin til eina tilgongd, har vit seta ferð á hetta arbeiðið. Tað er okkara uppgáva áhaldandi at lýsa fyrimunirnar við einum sterkum ríkisfelagsskapi, sigur løgmaður.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur, at hon gleðir seg til vitjanina.

– Eg skilji væl ynskið úr Føroyum um at fáa størri leiklut í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum. Danmark og Føroyar hava ein sterkan felagsskap, og vit skulu samstarva á teimum økjum, sum báðir partar fáa gagn burturúr, sigur Mette Frederiksen.

Danski forsætisráðharrin fer úr Føroyum aftur fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775