Samráðingarnar ikki lidnar í 2020

Samráðingarnar ikki lidnar í 2020
Samráðingarnar millum Bretland og ES um fríhandilsavtalu verða ikki lidnar næsta ár. Tað sigur samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier
Samráðingarnar um fríhandilsavtalu við ES skuldu eftir ætlanini verða lidnar næsta ár, men tað verður trupult, sigur Michel Barnier
 
19.12.2019 - 09:43

Bretskir myndugleikar hava sagt, at samráðingarnar um fríhandilsavtalu við ES skulu verða lidnar í 2020. Men Michel Barnier sigur, at tað verður sera trupult at fáa avtalu eftir 11 mánaðum.

Bretland fer eftir ætlan úr ES 31. januar, og síðani byrja samráðingarnar við ES um handilsavtalu.

Kann elva til trupulleikar í Bretlandi og ES

Bretland fer kortini fylgja ES-reglum og vera partur av innara marknaðinum í ES í 2020, meðan samráðst verður um, hvussu viðurskiftini skulu vera í framtíðini.

Bretska stjórnin vil hava sett í lógina, at politiskur meiriluti í undirhúsinum kann ikki noyða stjórnina at leingja fyribilsavtaluna, um samráðingarnar um fríhandilsavtaluna draga út.

Men forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at hetta kann elva til trupulleikar bæði í Bretlandi og ES, um samráðingarnar um fríhandilsavtaluna ikki verða lidnar um eitt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Andakt
206939
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: EM-undansending
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891