Nýggj lóg um el-trygd

Nýggj lóg um el-trygd
Elnevndin hevur mælt til at gera nýggja lóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar
 
08.01.2020 - 14:49

Eitt uppskot er gjørt um nýggja lóg um eltrygd.

Galdandi lóg er frá 1993, og hon er ikki broytt síðani.

Elnevndin hevur mælt til at gera nýggja lóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar.

Nýggj lóg kom í Danmark í 2016.

Tá fór sterkstreymsreglugerðin úr gildi har. Men hon er tó galdandi í Føroyum, til nýggjar reglur koma her. 

Uppskotið um eltrygdarlóg varð lagt fyri løgtingið í seinastu tingsetu, men varð ikki liðugt viðgjørt, áðrenn tingið fór heim.

Sama uppskot er nú sent til hoyringar, men nakrar tillagingar eru gjørdar.

Samstundis er sent til hoyringar uppskot um lóg um at løggilda elinnleggjarafyritøkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334