Tingfundur aftur í næstu viku

Tingfundur aftur í næstu viku
Uppskotið um at útbyggja Landssjúkrahúsið kemur til fyrstu viðgerð
 
14.01.2020 - 08:53

Fyrsti tingfundurin í hesum árinum verður mikudagin í næstu viku.

Nøkur mál eru í tinginum, sum skulu hava fyrstu viðgerð.

Fyrstu viðgerðirnar verða mikudagin og hósdagin í næstu viku.

Millum málini eru uppskotið til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna, og uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta skattalógina til frama fyri heimavirki.

Hósdagin í næstu viku fer tingið at viðgera uppskotið um útbyggingina á Landssjúkrahúsinum og uppskotið um at verja persónsupplýsingar, tað er uppskotið um nýggja dátuverndarlóg. 

Margfeldislógin í rættarnevndini

Rættarnevndin hevur fund fríggjadagin í næstu viku og fer tá at viðgera uppskotið um náttúrumargfeldislóg.

Nevndin hevur boðsent Føroya náttúru- og umhvørvisfelag, Ringrás, Útoyggjafelagnum, Kommunufelagnum, Visit Faroe Islands og tveimum landsstýrismonnum, landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum kemur á fundin saman við Búnaðarstovuni og Umhvørvisstovuni, og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum kemur saman við Søvnum landsins.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334