Skulu ikki gjalda fyri at eiga í Føroyum

Skulu ikki gjalda fyri at eiga í Føroyum
Niels Rødgaard og unnustan, Rosa Heinesen, sum búgva í Danmark, skuldu gjalda fyri, at hon kundi eiga í Føroyum, men nú verður kunngerðin broytt
 
15.01.2020 - 11:44

Pápar, sum eru uttanlands í lestrarørindum, skulu eisini sleppa undan at gjalda, tá konan ella unnustan eigur í Føroyum. 

Uppskot til kunngerð er skrivað og sent til hoyringar. Sambært galdandi reglum frá 2009 kann kvinna, sum er í útbúgving uttanlands, eiga í Føroyum ókeypis.

Men vil ein pápi, sum er í útbúgving uttanlands, at barn hansara skal føðast í Føroyum, verður kravt gjald fyri ta tænastuna, um mamman ikki er lesandi.

Galdandi fyri bæði kyn

Men hetta verður nú broytt, so somu reglur verða galdandi fyri bæði kyn.

Tað var í oktober í fjør, at Niels Rødgaard og unnustan, Rosa Heinesen, sum búgva í Danmark, har hann er undir útbúgving, fingu at vita, at tey skuldu gjalda fyri at eiga sonin Rana í Føroyum. 

Rokningin var 26.000 krónur. Tey vóru í skundi komin til Føroya, fyri at vera saman við mammu Niels, sum hevði krabbamein og lá til tað síðsta. 

Niels Rødgaard fegnast um, at myndugleikarnir eru komnir til vit og skil og rætta skeivleikan í lógini.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12:20.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815