Mæla dønum frá at fara til Wuhan í Kina

bannari
Mæla dønum frá at fara til Wuhan í Kina
Vandin er nú so stórur, at serligar grundir skulu vera fyri at fara hagar, stendur í vegleiðingini frá danska uttanríkisráðnum.
 
26.01.2020 - 15:04

Danska uttanríkisráðið mælir nú dønum frá at fara til kinesiska býin Wuhan og Hubei-landspartin í Kina.

– Vandin er nú so stórur, at serligar grundir skulu vera fyri at fara hagar, stendur í vegleiðingini frá uttanríkisráðnum.

Søren Brostrøm, stjóri í danska heilsustýrinum, leggur dent á, at tilmælið tekur ikki bara fyrilit fyri heilsuvandanum, men eisini, at kinesiskir myndugleikar hava at kalla stongt býin, og tað er torført at sleppa inn og úr Wuhan í løtuni.

– Men vit taka undir við tilmælinum frá uttanríkisráðnum, sigur Søren Brostrøm.

Helvtin er í Wuhan og Hubei

Helvtin av øllum teimum, sum eru smittað av corona-virusi, eru í Wuhan og í landspartinum Hubei.

Hini, sum eru smittað, hava verið í Wuhan, og eru síðani farin til onnur pláss í Kina, ella eru tey farin av landinum. 

Tað er ein trupulleiki í royndini at avmarka smittuvandan, at fólk, sum eru smittað, kunnu smitta onnur, áðrenn tey hava fingið sjúkutekin, siga myndugleikarnir. 

56 deyð og 2.000 smittað

Higartil hevur corona-virusið kravt 56 mannalív, og fleiri enn 2.000 fólk eru smittað.

Kinesiski heilsumálaráðharrin segði fyrr í dag, at nógv bendir á, at virusið fer at breiða seg.

Hann upplýsti, at 1600 heilustarvsfólk eru send til Wuhan, har smittan upprunaliga varð staðfest.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751