Lógin skal ikki vera galdandi fyri løgtingið

Lógin skal ikki vera galdandi fyri løgtingið
Rættarnevndin er biðin um at broyta lógina um persónsupplýsingar
Lógin um persónsupplýsingar skal ikki galda fyri umboðsmannin og landsgrannskoðanina
 
05.02.2020 - 13:14

Løgtingsins umboðsmaður og Landsgrannskoðanin mæla til, at lógin um persónsupplýsingar ikki verður galdandi fyri løgtingið og stovnar tess, í hesum førinum Løgtingsins umboðsmaður og Landsgrannskoðanin.

Løgfrøðingar hjá løgtinginum hava kannað hetta, og formansskapurin hjá løgtinginum mælir til at lurta eftir Løgtingsins umboðsmanni og Landsgrannskoðanini.

Tað er óheppið, at Løgtingsins umboðsmaður og Landsgrannskoðanin, sum eru eftirlitsstovnar hjá løgtinginum, skulu vera undir eftirliti hjá einum fyrisitingarmyndugleika, sum teir sjálvir hava eftirlit við.

Tá verður sipað til Dátueftirlitið. 

Rættarnevndin hjá løgtinginum, sum hevur uppskotið um dátuverndarlóg til viðgerðar, er biðin um at broyta uppskotið, áðrenn tað fer aftur í tingsalin.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329