Kunnu søkja um 64.000 tons av uppsjóvarfiski

Kunnu søkja um 64.000 tons av uppsjóvarfiski
Kunngerðin er gjørd, og søkjast kann til øll skip og allar bátar
Kunngerðin skal á landsstýrisfund í næstu viku, og helst verður okkurt broytt, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
 
13.02.2020 - 13:06

Um stutta tíð fer at bera til at søkja um 64.000 tons av uppsjóvarfiski.

Kunngerðin um vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk, er gjørd.

Tey 64.000 tonsini eru 10.000 tons av makreli, 14.000 tons av norðhavssild og 40.000 tons av svartkjafti.

Til politiska viðgerð

Uppskot um kunngerðina hevur verið í Fiskivinnuráðnum, og skal á landsstýrisfund týsdagin til politiska viðgerð.

Helst verður okkurt broytt har, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Sambært uppskotinum um kunngerð og sambært lógini skal søkjast um kvotu, og søkjast kann til øll skip og allar bátar. 

Sambært lógini um sjófeingi kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um mannagongd og treytir í sambandi við umsóknir, og landsstýrismaðurin kann í loyvinum áseta treytir um fiskileiðir, veiðihættir, tíðarskeið og annað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489