Búi og Dánjal vunnu Geytan

Búi og Dánjal vunnu Geytan
Filmurin "Hví eru vit her" vann í gjárkvøldið føroysku filmsheiðurslønina.
 
16.02.2020 - 11:51

Filmurin "Hví eru vit her" vann í gjárkvøldið Geytan, sum er føroyska filmsheiðurslønin. Umframt heiðurin fær vinnarin 30.000 krónur.

Filmurin, sum Búi Dam og Dánjal á Neystabø hava gjørt, vann heiðurin í kapping við tilsamans 20 filmar, sum komu inn til kappingina hesaferð.

Átta teir bestu vórðu vístir á Geytakvøldinum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldi, har eisini ársins Geytavinnari var avdúkaður. Og besti føroyski filmur í ár eitur "Hví eru vit her." 

Umframt sjálvan Geytan varð ein áskoðaravirðisløn eisini latin í gjárkvøldi. Hana fekk Gudmund Helmsdal fyri filmin »Trøllabeiggi« . Vinnarin fær 25.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819