Skansi tveir nýggjar sáttmálar við Equinor

Skansi tveir nýggjar sáttmálar við Equinor
Sáttmálar eru gjørdir fyri Sæborg og Tórsborg fyribils í átta mánaðir
Sæborg er eitt av skipunum hjá Skansa Offshore
 
18.02.2020 - 14:01

Reiðaríið Skansi Offshore hevur fingið tveir nýggjar sáttmálar við norska oljurisan Equinor.

Tað skrivar heimasíðan oljan.fo.

Equinor hevur gjørt sáttmálar um tilsamans átta veitingarskip til oljupallar. Og her er Skansi sloppin upp í part - føroyska reiðaríið hevur fingið sáttmálar fyri Sæborg og Tórsborg.

Sambært oljan.fo er talan um arbeiði í átta mánaðir, frá mars mánaði at rokna. Eisini er møguleiki fyri at leingja sáttmálarnar átta mánaðir aftrat, upp í tilsamans 16 mánaðir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595