Føroysku partabrøvini rapa

bannari
Føroysku partabrøvini rapa
Virðið á partabrævinum hjá Bakkafrosti er seinasta mánaðin minkað við einum triðingi. Banknordik hevur mist ein fjórðing
 
16.03.2020 - 09:47

Corona-smittan hevur stóra ávirkan á virðisbrævamarknaðirnar. Virðið á virðisbrøvunum rapa niður aftur í dag.

Danski OMX-marknaðurin er minkaður góð fimm prosent í morgun. OMX Norra minkar næstan sjey prosent, og í Svøríki er virðisbrævamarknaðurin minkaður seks prosent

Føroysku partabrøvini bløða

Eisini báðar føroysku fyritøkurnar, sum eru skrásettar á virðisbrævamarknaðinum, merkja sviðan.

Klokkan 9:30 var virðið Banknordik minkað við næstan 14 prosentum. Fyri einum mánað síðani kostaði eitt partabræv slakar 125 krónur. Í dag er tað minkað við einum fjórðingi og kostar 90 krónur.

Hitt skrásetta felagið, Bakkafrost, hevur í morgun mist næstan sjey prosent í virði og kostar nú slakar 460 krónur. Partabrævið hevur seinasta mánaðin mist umleið ein triðing av virðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723