Freistir hjá vinnuni útsettar

Freistir hjá vinnuni útsettar
Kunnu biða við at gjalda toll
Tollkreditturin er útsettur.
 
12.04.2020 - 13:40
Vinnan hevur fingið loyvi til at bíða við at gjalda toll í tríggjar mánaðir.
 
Tollur og avgjøld, sum skuldu verða goldin 28. apríl kunnu biða til 28. juli.
 
Sama er galdandi fyri mai og juni. Tann tollurin og tey avgjøldini kunnu bíða til 28. august og 28. september.
 
Innflutningsfyritøkur kunnu søkja Taks um tollkreditt.
 
Tá fáa tær vøruna útflýggjaða alt fyri eitt, hon kemur til landið, uttan at gjalda innflutningsavgjøldini frammanundan.
 
Longt tríggjar mánaðir
 
Tey skulu so gjaldast 28. í mánaðinum eftir, at vøran er innflutt.
 
Men nú er hesin kredittur longdur tríggjar mánaðir.
 
Freistin at lata inn ársroknskap til Skrásetingina er eisini longd. Freistin er 1.juli, men tann dagurin er nú strikaðar fyribils.
 
Nýggja freistin kemur í kunngerð, sum ikki er lýst enn.
 
Í kunngerðini verða eisini ásettar reglur um at víkja frá vinnufelagarættarligum reglum viðvíkjandi freistum í sambandi við millum annað samanlegging og kloyving.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098