OPEC-lond skerja oljuframleiðsluna

OPEC-lond skerja oljuframleiðsluna
OPEC-londini og onnur samstarvslond gjørdu í gjár eina semju um at skerja oljuframleiðsluna við 10 prosentum
 
13.04.2020 - 12:14

Semjan kemur í kjalarvørrinum av, at altjóða koronakreppan hevur við sær, at eftirspurningurin eftir olju er minkaður nógv. Summar metingar siga, at eftirspurningurin er minkaður við einum triðingi.

Tað er størsta skerjing í oljuframleiðslu nakrantíð, siga fleiri útlendskir miðlar frá. 10 prosent eru góðar 10 milliónir tunnur um dagin, sum framleiðslan minkar nú. Síðan verður hon spakuliga økt aftur í summar og í vetur. 

Oljuprísurin fall nógv herfyri, júst tí OPEC-londini ikki funnu eina semju um at skerja framleiðsuna. Serliga vóru tað Russland og Saudiarabia, sum ikki komu ásamt um treytirnar.

Tað hevði við sær, at virðið á partabrøvunum fall nógv, men eftir semjuna í gjár fóru tølini so smátt upp aftur summastaðni. Enn er tó ikki greitt um tað heldur á, tí langtíðarútlitini fyri oljueftirspurninginum eru framvegis døpur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040