Flúgva arbeiðsfólk heim við leiguflogfari

Flúgva arbeiðsfólk heim við leiguflogfari
Norska tunnilsfelagið, NCC, leigar nú flogfør, so tunnilstoymini sleppa aftur til arbeiðis í Føroyum
Norska tunnilsfelagið, NCC, leigar flogfør frá Atlantic Airways, so tunnilsmanningarnar sleppa heim
 
15.04.2020 - 10:06

– Hetta er tann lættasti og besti mátin, at fáa manningina aftur til Føroyar eftir páskafrítíðina, sigur Per Jonsson, deildarleiðari fyri NCC Civil Engineering Norge, sambært tíðindaskrivi frá felagnum.

Orsøkin er, sambært felagnum, at tað í hesum døgum er næstan ógjørligt at fáa manningina millum Norra og Føroyar gjøgnum vanliga rutunetið. Sambært felagnum er hetta eisini við til, at minka um korona-smittuvandan.

Einki starvsfólk staðfest korona

– Havandi smittuvandan í huga, er hetta eisini ein góð loysn. Av tí, at einans okkara starvsfólk eru umborð, eru vit avbyrgd og ikki í samband við onnur, ið ferðast til og frá oyggjunum.

– Harumframt eru vit heldur ikki saman við íbúgvunum í Føroyum, tá vit arbeiða og búgva har, sigur Aage Lien, økisleiðari fyri tunlar í NCC Civil Engineering. 

Við norska miðilin bygg.no upplýsir NCC, at einki av starvsfólkunum í tunnilstoymunum hevur fingið staðfest korona.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723