Fiska, hóast prísurin er vánaligur

Fiska, hóast prísurin er vánaligur
Fýra línuskip eru til fiskiskap, og parttrolarar fiska gulllaks
 
27.04.2020 - 08:51

Fiskiskapurin heldur fram, hóast prísurin er vánaligur.

Fiskamarknaðurin sigur, at fýra línuskip eru til fiskarí. Eitt er við Eysturgrønland, eitt á Íslandsrygginum og tvey eru sunnan fyri Føroyar. 

Frystilínuskipini eru øll til fiskarí.

Um útróður sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin er góður og veðrið er eisini gott, men prísurin er vánaligur.

Bara ein djúpvatnstrolari fiskar. Hann fiskar stinglaks. Um partrolarar verður sagt, at fýra pør eru til fiskarí. Trý teirra fiska gulllaks.

Trolbátarnir eru norðanfyri. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt. 

Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin hjá teimum er eisini brúkiligur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860