Talv: Sandavágur ella Havnin

Talv: Sandavágur ella Havnin
Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag møtast í rættari FM-finalu á Giljanesi í dag, har telvararnir úr Sandavági hava betra útgangsstøðið
FM-vinnarar 2019 - Sandavágs Talvfelag
 
23.05.2020 - 11:54
Í dag fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Oddaliðini Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag møtast í rættari FM-finalu á Giljanesi. Føroyameistararnir úr Vágum eru hálvtannað stig fremri, og standa seg tí við javnleiki ella teprum ósigri. Havnarmenn skulu vinna dystin í minsta lagi 3-1 fyri at tryggja sær meistaraheitið.
 
Talvsamband Føroya fer at varpa leikirnar á teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum beinleiðis á netinum. Dysturin byrjar klokkan 14.00. og her ber til at fylgja vil leik fyri leik á øllum fýra borðum.

Sterkar manningar
 
Ikki er greitt hvørjir manna liðini í finaludystinum í dag, men eingin ivi er um, at báðir partar ætla at manna seg við sínum sterkasta liði. Hjá Sandavágs Talvfelag er helst eingin ivi um, hvør sterkasta manningin er. Feðgarnir Torkil og synirnir Rógvi og Høgni eru kjarnin á liðnum. Og eingin ivi er heldur longur um, at Silas Eyðsteinsson er fjórði telvarin á liðnum.
 
Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen og Olaf Berg eru sjálvskrivaðir á fyrstu trimum borðunum hjá Havnar Telvingarfelag. Hvør fjórði telvarin skal vera er meira óvist, tí torført kann vera í løtuni at taka dagar ímillum Carl Eli Samuelsen, Sjúrð Thorteinsson og tann blaðunga Luitjen Akselsson Apol, sum man vera hitt mest spennandi navnið millum yngri telvarar í Føroyum.  Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er liðskipari, og hevur havt spælarafund við leikhópin í vikuni. Helgi mannar sjálvur liðið til dystin í dag.
 
Niðanfyri hava vit sett upp úrtøkuna hjá báðum finaliðunum fyri seinasta umfar í dag. Telvararnir eru settir upp í rættari borðrøð. Fremst sæst styrkitalið hjá hvørjum telvara, síðani stiga- og dystartal.

Sandavágs Talvfelag
2413 Høgni Egilstoft Nielsen 6/9
2382 Rógvi  Egilstoft Nielsen7½/9
2040 Silas Eyðsteinsson 2½/5
2145 Torkil Nielsen 8/9
1921 Bernhard Augustinussen 2/2
1820 Ingi Wiberg 2/2
 
Havnar Telvingarfelag
2533 Helgi Dam Ziska 6½/7
2266 Martin Poulsen 4/5
2225 Olaf Berg 3½/5
2188 Carl Eli Samuelsen 1/2
2131 Sjúrður Thorsteinsson 4/6
2129 Luitjen Akselsson Apol 5/7
2034 Rógvi Mortensen 0/1
1985 Leif Reinert Fjallheim 1½/2
1872 Andrias Ziska 1/1

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981