Petur Reinert viðgongur dómaramistøk

Petur Reinert viðgongur dómaramistøk
Petur Reinert, viðgongur, at tveir ÍF-spælarar skuldu verið sendir av vølli, tá ÍF og KÍ spældu í Fuglafirði leygardagin
 
26.05.2020 - 16:51

Petur Reinert, dómari, viðgongur, at hann skuldi havt sent tveir ÍF-spælarar av vøllinum, tá KÍ vann 4-1 á ÍF í Fløtugerði leygardagin. Tað segði hann við FM1.

Royndi dómarin hevur fingið atfinningar frá fótbóltsviðmerkjarum - bæði her heima og á norsku rásini, TV2 - fyri at lata spælarar sleppa við ov hørðum spæli. 

 - Tað eru hasar báðar støðurnar har, tað seinna gula til tann eina leikaran, og beinleiðis reytt til hin, sum eg haldi, at eg mangli, og tað er harmiligt, segði Petur Reinert við FM1. 

Hann vísir til støðurnar, tá Karl Løkin fekk gult kort fyri eitt fríspark móti Ole Erik Midtskogen, og tá Ari Ólavsson Ellingsgaard ikki fekk sítt seinna gula kort, tá hann tók beinini undan Deni Pavlovic.

Heimasíðan hjá KÍ fanst at dømingini

Í gjárkvøldið fanst heimasíðan hjá KÍ hvassliga at dømingini í dystinum í grein, sum kortini varð tikin av aftur síðuni seinni.

 - Hettar eru farligar støður, sum kundu gjørt stóran skaða á okkara leikarar. Tað var sera heppið, at eingin av okkara leikarum komu skaddir frá hesum dystinum, skrivaði ki.fo. 

 - Vit meta ikki, at dómarin ger sítt arbeiði at verja leikararnar í dystinum móti slíkum farligum takklingum, sum ikki kunnu metast sum partur av siðiligum fótbóltsspæli, skrivaði heimasíðan.

Tummas Lervig, formaður hjá KÍ, sigur, at greinin ikki var viðgjørd av øllum pørtum og var ov hvassorðað, og tí varð greinin strikað aftur.

Petur Reinert hevur ongar viðmerkingar til greinina á heimasíðuni hjá KÍ. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817