Lutakast til EM-undankapping verður í dag

Lutakast til EM-undankapping verður í dag
Klokkan 16 verður lutakast um, hvørji mótstøðuliðini hjá hondbóltslandsliðnum við monnum verða í komandi EM-undankappingini
Fylgið við: Í dag verður lutakast til EM-undankappingina
 
16.06.2020 - 15:26

Klokkan fýra fáa føroysku landsliðsspælararnir í hondbólti at vita, hvørji mótstøðuliðini verða í komandi undankappingini til evropameistaraheitið í Ungarn og Slovakia í 2022. 

Tey 32 londini eru býtt í fýra styrkisbólkar, og Føroyar eru styrkismettar í bólki fýra saman við Kosovo, Grikkalandi, Estlandi, Ísrael, Turkalandi, Italia og Finnlandi.

Londini verða drigin í átta bólkar, og nummar eitt og tvey umframt fýra teir bestu av teimum, sum enda á triðja plássið, sleppa í endaspælið.

Undankappingin byrjar eftir ætlan tíðliga í november.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809