– Vit hava einki at tosa um

– Vit hava einki at tosa um
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer ikki á fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um sáttmálan, felagið hevur gjørt við Starvsmannafelagið
Annika Olsen, forkvinna í KAF, hevur mist tolið við Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni
 
25.06.2020 - 17:48

– Tann sáttmálin er greiður, og tí er einki at tosa um, sigur Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevaranum.

Jørgen Niclasen mælir hinvegin til, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið gera ein sáttmála, sum er á sama støði sum sáttmálin hjá Lærarafelagnum, sum varð undirskrivaður í gjár.

Hann er í tráð við støðuna í landinum, sigur hann. Jørgen Niclasen noktaði herfyri at góðkenna sáttmálan, og bað partarnar samráðast av nýggjum.

Krevja avgerð strikaða

Starvsmannafelagið sigur seg ikki vera part av málinum, tí felagið hevur gjørt ein sáttmála, segði Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kravdi, at landsstýrismaðurin svaraði felagnum og tók avgerðina aftur um ikki at vilja góðkenna sáttmálan, í farnu viku.

 >> SÍ EISINI Annika í rættin við Jørgeni

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði við at biðja Kommunala Arbeiðsgevarafelagið koma á fund í hesi vikuni. Tað ger felagið ikki, tí einki er at tosa um, sigur Annika Olsen, forkvinna í felagnum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er farið undir at fyrireika at leggja málið fyri rættin, so ein avgerð fæst sum skjótast. Felagið fer at heita á Føroya rætt um at avgreiða málið sum skjótast, sigur Annika Olsen.

Landsstýrismaðurin harmast støðuna

Tað hevur skund at fáa trætuna avgreidda, tí yvir 500 kommunal starvsfólk eru limir í Starvsmannafelagnum, sigur hon. Ger Jørgen Niclasen av at broyta avgerðina, so fer málið ikki í rættin, leggur hon aftrat.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur seg harmast um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki vil koma á fund at tosa um støðuna.

Men hann sigur, at Fíggjarmálaráðið fer at svara brævinum sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sendi í næstseinastu viku, og at tað verður gjørt, tá svarið er liðugt orðað.

Góðtaka sáttmálan hjá Lærarafelagnum

Jørgen Niclasen vísir á, at sáttmálin, sum í gjár varð gjørdur við Lærarafelagið, er ein sáttmáli, Fíggjarmálaráðið kann góðtaka, og sum vinnan sigur seg kunna góðtaka, í verandi støðu.

Talan er um ein trý ára sáttmála, frá 1. oktober í fjør. Fyrsta árið hækkar lønin 2,56 prosent. Í ár hækkar lønin ikki, men frá 1. januar hækkar lønin hjá lærarum 2,05 prosent.

Og 1. oktober næsta ár, hækkar lønin 1,25 prosent. Lønarhækkingin næsta ár er hin sama, sum arbeiðarafeløgini fingu, sigur Fíggjarmálaráðið.

Broytingar gjørdar í flokkingaravtaluni

Broytingar verða eisini gjørdar í flokkingaravtaluni, men talan er bert um smávegis broytingar, sigur Jørgen Niclasen. Og nú fáa lærarar ferðaendurgjald fyri tænastuørindi, so sum próvtøkur, skeið og fundir.

Ein líknandi sáttmála sigur Jørgen Niclasen seg vera sinnaðan at góðkenna, um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið kunnu semjast um tað.

Sáttmálin, sum er gjørdur við Lærarafelagið, verður eisini grundarlag fyri sáttmálunum, ið skulu gerast við onnur feløg, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979