Trý mál á seinasta tingfundinum

Trý mál á seinasta tingfundinum
Hendir einki óvanligt fyri ólavsøku, verður seinasti tingfundurin í hesari tingsetuni fyrrapartin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.06.2020 - 05:17

Seinasti løgtingsfundur í hesari tingsetuni verður fyrrapartin.Tað kunngjørdi løgtingsformaðurin, tá tingfundurin endaði mikukvøldið.

Hendir einki óvanligt fyri ólavsøku, verður hetta seinasti tingfundurin í hesari tingsetuni. Trý mál eru á skránni á tingfundinum fyrrapartin í dag.

Broytingar í lógini um sjófeingi skulu hava triðju viðgerð, og tað skal uppskotið um at skatta vinning, tá veiðirættindi verða seld, eisini.

Uppskotið um heimild at áseta upplatingartíðir hjá skeinkistøðum hevur framhaldandi aðru viðgerð. Verður uppskotið samtykt, verður triðja viðgerð eisini, tí samtykt er at víkja frá tíðarfreistini.

Tingfundurin í dag er klokkan 9:30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334