Kina hóttir Bretland

Kina hóttir Bretland
Tað fær ikki góða móttøku í Kina, at Bretland vil veita milliónum av fólkum úr Hongkong møguleika at fáa bretskan ríkisborgaraskap
Kina hóttir nú Bretland við móttiltøkum
 
02.07.2020 - 14:34

Vit eru harðliga ímóti hesum og taka okkum rætt til at fremja líknandi tiltøk, upplýsir kinesiska sendistovan í London á heimasíðu síni, tó verður einki sagt um hvørji tiltøk, talan verður um.

Um bretar seta í verk einsíðug tiltøk, so er hetta brot á avtalur og grundleggjandi siðvenjuna, sum stýrir altjóða politikki, skrivar sendistovan.

Banna loysingarrørslum

Bretland fyrireikar í løtuni eina ætlan fyri, at persónar úr Hongkong kunnu fáa uppihaldsloyvi í Bretlandi og møguliga ríkisborgaraskap eisini. 

Ætlanin kemur í kjalarvørrinum av nýggju trygdarlógini, sum kinesiska fólkakongressin hevur samtykt, og sum kom í gildi í gjár, 1. juli. 

Lógin bannar tí, sum Kina skýrir sum loysingarrørslur, statsfíggindaligt virksemi, yvirgang og samstarv við fremmand veldi, sum kann seta trygdina í landinum í vanda.

 >> SÍ EISINI Fleiri handtikin í Hong Kong

Lógin kemur sum aftursvar til nógvu og stundum harðligu mótmælistiltøkini, sum hava verið í Hongkong seinasta árið, har fólk hava mótmælt, at kinesisku myndugleikarnir leggja seg útí avgerðarrættin hjá fólkinum í Hongkong.

7,5 milliónir fólk búgva í Hongkong, og tey hava enn ikki sæð innihaldið í lógini.

Trygdarlógin er hin mest víðgongda broytingin í Hongkong, síðani Bretland lat Kina økið í 1997, skrivar Reuters. Tá var avtalan, at Hongkong skuldi hava ávís rættindi til 2047, millum annað óhefta rættarskipan, egið ting og skrivi- og talifrælsi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563