Mette skal svara, tí hon eigur orðini um nettrygd

Mette skal svara, tí hon eigur orðini um nettrygd
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur, at tað er ikki hennara lutur at fara í samráð við Føroyanevndina í fólkatinginum um nettrygd og verju
Mette Frederiksen eigur at svara, tí úttalilsið um nettrygd og verjupolitikk er hennara, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
 
12.07.2020 - 10:11

Hóast Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, sigur, at tað er ikki hennara lutur at fara í samráð við Føroyanevndina í fólkatinginum um nettrygd og verjupolitikk, verður samráðið kortini, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum hevur biðið um samráðið.

Men tað verður ikki fyrr enn í heyst, tá fólkatingið kemur saman aftur.

Fólkatingið kemur saman fyrsta týsdag í oktober.

Mette Fredriksen, forsætisráðharri, ætlar sær ikki í samráð hjá Føroyanevndini um telesamskifti og trygd.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, kallaði fyrst í juni Mette Frederiksen, forsætisráðharra, í samráð um ætlanina um og avleiðingarnar av, at telesamskifti skal handfarast sum eitt trygdarmál í Føroyum. 

Hennara orð

Samráðið skal vera í Føroyanevndini í fólkatinginum, har sum Sjúður Skaale er næstformaður.

Men Mette Frederiksen svaraði fyri trimum vikum síðani, at spurningarnir um tele- og nettrygd í samráðnum skulu setast verjumálaráðharranum, og spurningarnar um stjórnarrætt skulu sendast løgmálaráðharranum. 

Spurningarnir eru ikki farnir til ráðharrarnar enn.

Sjúrður Skaale veit ikki enn, um hann fer at góðtaka svarið hjá Mette Frederiksen.

Tí tað er úttalilsi hjá Mette Frederiksen, sum samráðið skal vera um, sigur hann.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974