Kommunur finnast hvassliga at landsstýrismanninum

bannari
Kommunur finnast hvassliga at landsstýrismanninum
Kommunufelagið sigur, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, stingur fakligheitina á eldraøkinum í bakið
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, fær av at vita frá Kommununufelagnum, eftir at landsstýrismaðurin í gjár á facebook spurdi, hví kommunurnar hava avbyrgt ellis- og røktarheim
 
14.08.2020 - 16:02

Kommunufelagið er í øðini og finst hvassliga at landstýrismanninum í heilsumálum, sum setir spurnartekn við, hví kommunurnar aftur hava avbyrgt ellis- og røktarheim.

Í facebook-dagføring í gjárkvøldið setti Kaj Leo Holm Johannesen spurnartekn við rættindini hjá borgarum á ellis- og røktarheimum. Hann spyr, hvør hevur funnið uppá, at avvarðandi ikki sleppa at vitja, og samanber hetta við fangar á deyðsgongini í USA, sum hava rætt til vitjan.

Kommunufelagið kallar hetta eitt bakbit av teimum grovu, og at stinga alla fakligheit í ryggin.

Kommunufelagið sigur eisini í tíðindaskrivinum,  at landstýrið eigur heldur at taka í egnan barm

Les hvassorðaða skrivið frá Kommunufelagnum:

/sites/default/files/files/T%C3%AD%C3%B0indaskriv%20fr%C3%A1%20Kommunfelagnum%20(1).pdf

Meira verður um hetta málið í tíðindunum kl 18.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541