Andorra-Føroyar: Teitur og Patrik við frá byrjan

Andorra-Føroyar: Teitur og Patrik við frá byrjan
Teitur Gestsson avloysir Gunnar Nielsen í málinum, og Patrik Johannesen kemur á vøllin fyri Meinhard Egilsson Olsen
Teitur Gestsson stendur í mál móti Andorra
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
06.09.2020 - 12:49

Venjararnir, Håkan Ericson, høvuðvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, hava gjørt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Andorra, í mun til dystin ímóti Malta.

Teitur Matras Gestsson avloysir Gunnar Nielsen í málinum, og Patrik Johannesen kemur inn fyri Meinhard Egilsson Olsen, og skal spæla aftanfyri fremsta mannin, Klæmint A. Olsen.

Føroyska byrjanaruppstillingin sær soleiðis út: 

Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í verjuni vera Jóannes Kalsø Danielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Jóannes Bjartalíð, og í álopinum frá byrjan vera Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.

Eykaspælarar:

Tórður Thomsen, Kristian Joensen, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Odmar Færø, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Andras Lava Olsen, Meinhard Egilsson Olsen og Jákup Biskopstø Andreasen.

Dysturin byrjar klokkan 14.00. KVF byrjar at senda í sjónvarpinum klokkan 13.40 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221