Eiga ongar pengar til góðar í Danmark

Eiga ongar pengar til góðar í Danmark
Danska stjórnin segði, at føroyska roknistykkið um Nato-limaskapin hjá Danmark var skeivt, tá samráðst varð um fullveldi
Føroyar høvdu fíggjarligan fyrimun av, at tey sameindu í vesturheiminum vóru í Føroyum, segði danska stjórnin, tá samráðingar vóru um fullveldi
 
02.10.2020 - 08:44

Føroyar eiga ongar pengar hjá Danmark, tí Nato hevði herstøð her.

Tá samráðingar vóru millum donsku stjórnina og landsstýrið um fullveldi fyri 20 árum síðani, hildu Føroyar uppá, at Danmark hevði fíggjarligan fyrimun, tí Nato slapp at brúka Føroyar.

Hetta bygdi á, at Nato skuldi krevja trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í limagjaldi. Men tað er ikki rætt, fekk føroyska samráðingarnevndin at vita frá teirri donsku.

Í 1978 samdust Nato-londini um, at tey skuldu miða eftir at tryggja árligan vøkstur í útreiðslunum til verjuna. Vøksturin var okkurt um trý prosent.

200 mió. kr.

Tá, fyri 20 árum síðani, brúkti danska verjan 200 mió. kr. um árið til at verja Føroyar.

Danska stjórnin segði, at føroyska roknistykkið um Nato-limaskapin hjá Danmark var skeivt.

Hetta sæst í einum innliti, sum Forsætismálaráðið nú hevur latið.

Har stendur, at Føroyar javnan stuðlaðu danska limaskapinum í Nato.

Føroyar fyrimun

Tá kalda kríggið herjaði, høvdu Føroyar gagn av verjuni hjá vesturheiminum.

Og Føroyar høvdu fíggjarligan fyrimun av, at tey sameindu í vesturheiminum vóru í Føroyum. 

Niðurstøðan er, at stjórnin góðtekur ikki, at Føroyar hava eitt "sikkerhedspolitisk tilgodehavende", sum tað verður kallað, í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328