Anna Malan Jógvansdóttir heiðrað

Anna Malan Jógvansdóttir heiðrað
Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur og listakvinna, hevur fingið Ársins sálarheilsuvirðisløn 2020.
 
11.10.2020 - 13:42

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, handaði í gjárkvøldið Onnu Malan Jógvansdóttir Ársins sálarheilsuvirðisløn 2020 á altjóða sálarheilsudegnum.

Landsstýrismaðurin segði, at Anna Malan er ein stór fyrimynd fyri mong, sum stríðast, og koma fyri seg aftur. 

– Hon eigur stóra tøkk fyri, at hon gjøgnum sína rit- og myndlist gevur okkum loyvi at verða klókari og ríkari, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Anna Malan Jógvansdóttir hevur millum annað givið út fleiri yrkingarsøvn, og í fjør gav hon út hybridbókina "Psykosudrotningin sigur frá", har hon greiðir frá lívinum við psykosu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809