Spyr um lønir hjá vaskifólkum á Landssjúkrahúsinum

Spyr um lønir hjá vaskifólkum á Landssjúkrahúsinum
Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna, spyr landsstýrismannin í heilsumálum, hví vaskifólk á Landssjúkrahúsinum fáa lægri byrjanarløn
Vaskifólkini á Landssjúkrahúsinum fáa lægri byrjanarløn enn á hinum báðum sjúkrahúsinum
 
23.11.2020 - 16:04

Ingilín Didriksen Strøm vil nú hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, hví vaskifólkini á Landssjúkrahúsinum fáa lægri byrjanarløn enn vaskifólkini á hinum báðum sjúkrahúsunum. 

Í Degi og viku hóskvøldið kom fram, at byrjanarlønin hjá vaskifólkunum á Landssjúkrahúsinum er 119 krónur um tíman og endalønin 130 krónur. Á hinum báðum sjúkrahúsunum er byrjanarlønin 130 krónur.

Í innslagnum varð eisini víst á, at hóast reinføri hevur staðið ovarlaga á skránni í ár í sambandi við koronusmittuna, kenna vaskifólkini seg ikki vird. Lønin hjá vaskifólkum er so mikið lág, at fleiri liva undir fátækramarkinum. 

Ingilín Didriksen Strøm spyr eisini Kaj Leo Holm Johannesen, um hann ætlar at gera nakar batar á hesum økinum. 

 

1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751