Størsta lønarískoytið verður óbroytt

Størsta lønarískoytið verður óbroytt
Trivnaðarnevndin hevur skrivað nýtt álit um uppskotið um at broyta lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk
Uni Rasmussen er formaður í Trivnaðarnevndini, sum hevur skrivað nýtt álit í málinum um arbeiðsfremjandi tiltøk
 
14.12.2020 - 11:11

Størsta lønarískoytið verður framvegis 22.000 kr. hjá teimum, sum nú eru í tillagaðum ella vardum starvi, og ikki 19.900 kr., sum landsstýrið ætlaði.

Trivnaðarnevndin hevur skrivað nýtt álit um uppskotið um at broyta lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Málið fór aftur í Trivnaðarnevndina, tá triðja viðgerð var á tingfundinum 10.desember.

Varðveita hámarkið

Nú mælir meirilutin í nevndini, umboðini hjá samgonguni, tí at varðveita hámarkið 22.000 kr. hjá teimum, sum eru í starvi á nýggjárinum, tá lógarbroytingin kemur í gildi.

Hendan broyting ger, at landskassin missir eina millión krónur, sum uppskotið skuldi hava við í sparing.   

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin mæla frá at samtykkja uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541