Ólavur heldur fram sum formaður

Ólavur heldur fram sum formaður
Bara sitandi formaðurin í Maskinmeistarafelagnum stillar upp
Ólavur Gunnarsson heldur fram sum formaður í Maskinmeistarafelagnum næstu trý árini
 
16.12.2020 - 11:21

Nú er greitt, at Ólavur Gunnarsson heldur fram sum formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Tá freistin at stilla upp til formansvalið fór í gjár, var Ólavur Gunnarsson einasta valevni.

Sostatt heldur hann fram sum formaður í Maskinmeistarafelagnum næstu trý árini eftir aðalfundin, sum verður í mars næsta ár. 

Ólavur Gunnarsson hevur verið formaður síðani 2018, tá hann tók við eftir Páll Hansen. 

Eisini tá var Ólavur Gunnarsson tann einasti, sum stillaði upp. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV