Biden hóttir hernaðarstýrið í Myanmar

Biden hóttir hernaðarstýrið í Myanmar
Herurin tók valdið, tí hann góðtekur ikki úrslitið av valinum, sum var í november
Atfinningarnar úr vesturheiminum, eisini frá Biden, forseta, rína neyvan við nýggju valdsharrarnar í Myanmar, skrivar BBC
 
02.02.2021 - 11:36

Joe Biden hóttir nú hernaðarstýrið í Myanmar við tiltøkum, um Aung San Suu Kyi og hinir handtiknu politikkararnir ikki vera latin leys eftir kvettið í gjár.

Tað eru bert góð tíggju ár síðani, at USA gavst við tiltøkum, sum skuldi avmarkað fíggjarliga frælsið hjá Myanmar, tá hernaðarstýrið gekk við til, at fólkið eisini skulda fáa lut í valdinum.

Herurin vil ikki góðtaka valúrslitið á tjóðartingsvalinum í november, tá flokkurin hjá Suu Kyi fekk meira enn 80 prosent av atkvøðunum. Tí tók herurin valdið í gjár, og setti fleiri leiðandi politikarar í varðhald.

Politiski leiðarin, Aung San Suu Kyi, sat í húsavarðhaldi í tilsamabs15 ár, frá 1989 til 2010. Hon heitti í gjár á viðhaldsfólk um at mótmæla kvettinum. Tað varð gjørt í einum boðum, sum vórðu skrivað, áðrenn hon varð handtikin. Hon ávaraði eisini um, at herurin fór at leggja landið undir einaræði.

Ivast í ávirkanini

Hóast Biden hóttir við tiltøkum, so skrivar BBC, at tað er óvist, hvussu stóra ávirkan tað fer at hava á hernaðarstýrið í Myanmar

Eygleiðarar siga við BBC, at atfinningarnar úr vesturheimunum vóru væntaðar, og rína neyvan við hernaðarstýrið, men í staðin heldur hernaðarstýrið eyga við, hvat grannalondini Kina, Japan og Suðurkorea halda, siga eygleiðarar við BBC.

Kina hevur fyrr verið ímóti at leggja seg út í viðurskiftini í Myanmar, og heitti í gjár á partarnar um at finna eina semju, meðan onnur grannalond hjá Myanmar, Kambodja, Tailand og Filipsoyggjarnar í gjár søgdu, at tað, sum nú hendir í Myanmar, eru innanhýsis viðurskifti, sum ongin annar skal leggja seg útí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083